Besta Bók

Besta Bók av bókum her
Bíblian hjá mammu er
Merkt av tárum, skrætt og rukkað er mangt blað
Men so klárt er fyri mær
Tá hon tók meg inn at sær
Setti meg á fangið og til Guð hon bað

Gamla Bók, dýra Bók
Gjøgnum Teg eg Jesu kærleik havi sæð
Meir og meir eg elski Teg
Sum eg ferðist á tí veg
Ið skal føra heim til Zions nýggja Stað

Hon [C7]fortaldi fyri mær
Hvussu Jesus Kristus var
Komin her at ganga krossins tunga veg
Tá eg krossfestan sá Hann
Og mær tár á kinni ɾann
Kysti hon [C7]meg, segði, alt var fyri meg

Gamla Bók, dýra Bók
Gjøgnum Teg eg Jesu kærleik havi sæð
Meir og meir eg elski Teg
Sum eg ferðist á tí veg
Ið skal føra heim til Zions nýggja Stað

Nú í Himli mamma býr
Men tann Bókin er mær dýr
Sum í sorg og gleði henni var so kær
Hon [C7]gav kraft í neyðarstund
Hon [C7]helt inn í deyðans blund
Og eg veit, hon [C7]eisini skal hjálpa mær

Gamla Bók, dýra Bók
Gjøgnum Teg eg Jesu kærleik havi sæð
Meir og meir eg elski Teg
Sum eg ferðist á tí veg
Ið skal føra heim til Zions nýggja Stað
Đăng nhập hoặc đăng ký để bình luận